Festívalhöll Skeið 2026
Trummuskeið - 6.-8. juli 2026 - prísur 3950 kr
Í samband við ársins Festívalhöll, fara Inger Johanne Syverud og Magnus Tromborg Thayer frá Ing.Borg at læra frá sær, hvussu man ger eina siðbundna trummu. Vit vænta ikki at til ber at finna meira dugnalig fólk til tess.
Meðan beinleiðis fornfrøðilig fund av víkingatrummum eru sjáldsom orsakað av, at lívrunnið tilfar niðurbrótist, benda sterk prógv á, at víkingar brúktu trummur. Sannlíkt er at tær líktust sámiskum trummum ella rammutrummum, til ritualir, frásøgn, undirhald og møguliga undir bardaga.
Á hesum skeiðnum fært tú møguleika at gera eina siðbundna trummu. Fyri at stuðla tær ígjøgnum tilgongdina hava vit fyrireikað ymisk sløg av skinni frá skandinaviskum djórum, so sum rádýr, krúnhjørti, reinsdjóri, elg og geit. Tú lærir eisini at lita tey við at brúka plantur og urtir.
Hetta skeiðið er opið fyri øllum, uttan mun til royndir. Vit vegleiða teg ígjøgnum alla tilgongdina. Tað er ein umfatandi tilgongd, og meðan vit hjálpa tær á allar møguligar mátar, skalt tú vænta at arbeiða nógv sjálv/ur.
Tá tit eru liðug at skapa tykkara vøkru trummur hava vit eitt eyka tilboð til tykkum sum vilja. Tú ert vælkomin at royna sjamaniskt arbeiði, eisini trummuferð. Hóast tað kann vera ein fyrimunur at hava royndir við sjamanskari praksis, so er tað ikki eitt krav.
Inger og Magnus Tromborg Syverud hava yvir 30 ára royndir við at smíða trummur. Tey hava eisini gjørt trummur til kendar tónleikarar, sum til dømis Wardruna, ið hevur gjørt tónleik til seriuna Vikings.
Inger Johanne er góðkendur náttúruterapeutur (økoterapi) frá Human Education Group, og hevur yvir 25 ára royndir við náttúruandaligheit við denti í teimum norðurlendsku siðvenjunum. Hon sær náttúruna sum sítt heim, myndbering fyri sína støðu og, ikki minst, sínar røtur. Hon hevur sera góðar royndir í at gera trummur og ringlur. Hon veit eisini eina rúgvu um rúnir.
Magnus er útlærdur timburmaður. Hann hevur áhuga fyri sambandinum við náttúruna gjøgnum landbúnað og sjálvbjargni, og hevur eina sera ítøkiliga tilgongd til andaligheit við tí nærmasta: garðin, familjuna og tilhoyrandi vættrar. Magnus stendur aftanfyri mansbólkarnar hjá Ing.Borg, har hann leiðir sveittasmáttur og oyðimørkferðir.
Málið er norskt og danskt (enskt eftir tørvi) og varar í 19 tímar býttir yvir 3 dagar.
Skeiðið fer fram á Virkinum á Sandi:
Mánadagin 6. juli kl 15-20
Týsdagin 7. juli kl 10-20
Mikudagin 8. juli kl 10-14
Íroknað prísin er atgongd til amboð undir skeiðnum, tilfar, eins og víkingaábit og drekkamunnur.
Skeið í ullavirking - Tíð og staður kemur seinni
Lær teg aldargamlan sið at viðgera og spinna frálíku føroysku ullina, líka sum víkingar gjørdu tað. Víkingar vóru sera kønir í at gera plagg og hvør tráður varð gjørdur til heilt serstøku uppgávuna, um talan var um til dømis klæðir ella segl.
Vit arbeiða við føroyskari ull, og tú lærir at kemba og deila ullina í ymsar fibur tjúktir, sum eru hóskaðar til ymsu sløgini av plaggi. Tú lærur at spinna á handsnældu og gera títt egna tógv.
Undirvísarar á skeiðnum eru Turid Olsen og Durita Dahl Djurhuus, sum hava fingist nógv við at spinna føroyska ull.
Málið er føroyskt (danskt/enskt eftir tørvi) og varar í 5 tímar. Ávmarkað pláss.
Skeiðið verður hildið á Virkinum á Sandi. Við í prísinum er tilfar og atgongd til amboð, ið verða nýtt á skeiðinum. Um tú hevur tína egnu snældu, er tú vælkomin at taka hana við og venja teg við henni. Vit bjóða drekka og onkran munnbita.
Hetta var tað
Væntandi vera ikki fleiri skeið á hesum sinni. Vónandi hava onkur av skeiðunum vakt tín áhuga.
Tú kann tekna teg til tíðindabræv niðanfyri um tú vil verða fyrst(ur) at fáa kunning framyvir.
Send okkum eini boð um tú hevur hug at halda skeið í fornum handarbeiði.
Til ber at hitta víkingar, ið gera ymiskt handverk á festivalinum.