Festívalhöll Skeið

Beinfloytuskeið - 1. juli 2025 kl 10 - prísur 595 kr

Í samband við ársins Festívalhöll, fer Aksel Striim at læra frá sær, hvussu man ger eina floytu úr seyðabeini og úr elektrikararøri og úr hyllugrein.

Floytan er eitt av teimum elstu kendu melodisku ljóðførunum. Hon hevur verið brúkt í mongum ymiskum mentanartjóðum, og hevur verið spælt gjøgnum allar tíðir.

Onkur heldur, at tær elstu beinfloyturnar eru yvir 43.000 ára gamlar. Í Danmark eru beinfloytur funnar frá víkingaøldini.

Yvirtónafloyturnar finnast serliga í Noregi, eins og tann langa pílafloytan. Siðvenjan er, at hon verður gjørd úr langari beinari pílagrein. Vit fara at gera eina úr einum elektrikararøri, og víst verður, hvussu hon kann gerast úr einari hyllugrein.

Skeiðsætlan:

  • Søguliga og teoretiska bakgrundin fyri beinfloytir er endurskoðað
  • Beinini verða reinsaði
  • Tónaholið verður gjørt
  • Pípurásin verður gjørd og stillað við býfluguvoksi, og vit hoyra fyrsta tónan
  • Fingraholini verða gjørd á floytuni, og tónarnir stemmaðir
  • Floytan verður snøggað við sandpappíri og prýdd

Aksel er sera royndur floytumakari og tónleikari. Hann er eisini partur av Krauka, sum hevur sín uppruna í, at søgusigarar høvdu tørv á tónleiki. Teir fóru tí undir at byggja ljóðføri, og víðari til at spæla og gera 21. ølds víkingatónleik. Á Festívalhøll ber til at hoyra Trio Krauka spæla.

Málið er danskt (enskt eftir tørvi) og varar í 5 tímar. Ávmarkað pláss á 10 luttakarar! 

Skeiðið fer fram á Virkinum á Sandi. Í prísinum er atgongd til amboð undir skeiðnum, tilfar, eitt lítið víkingaábit og drekkamunnur. 

Man er vælkomin at taka sína egnu hyllugrein ella pípulegg við.

Lýruskeið - 1.-2. juli 2025 kl 10 - prísur 1540 kr

Í samband við ársins Festívalhöll, fer Jens Villy Pedersen at læra frá sær, hvussu tú ger eina 4-streingjaða lýru. Vit nýta grann til at gera kroppin, harðviður (ask, eik, tropiskur viður o.s.fr.) til stilliskrúvur, stilliskrúvuhaldara, streingjahaldara og saðil, og krossviður til ljóðbrettini, eftirgjørd sina ella, vónandi, hestahár til streingir. Henda lýran er fult virkin, og tú veitst hvussu tú kann gera fleiri lýrur eftir hetta skeiðið.

Lýran er eitt tað elsta streingjaljóðførið, vit kenna til. Hon sæst aftur til fornt Mesopotamia, umleið ár 3000 f.Kr., har hon varð nýtt í trúboðnum, festivalum, og av ferðandi sangarum at fortelja kenslubornar søgur. Lýran er víðagitin fyri sín fínleika, og hevur verið við í mytologi og list í ymsum samfeløgum – t.d. í Grikkalandi – sum fegnaðust um hana í skaldskapi og tónleiki. Ríki mentanarligi týdningurin hjá lýruni, saman við hennara snøgga sniði, hevur gjørt hana til eitt kærkomið ljóðføri gjøgnum tíðirnar, sum framvegis hugvekir tónleikarar í dag.

Skeiðsætlan:

  • Yvirlit yvir lýru innan skandinavisku søguna og ymisk sløg av lýrum
  • Innleiðsla til tilfarið, ið nýtast skal til at byggja eina lýru
  • Yvirlit yvir amboðini, ið krevjast
  • Skitsa tína lýru og fá skil á lutfallum
  • Leiðbeining um, hvussu tú ger kroppin og hálsin á lýruni
  • Vegleiðing til at seta streingirnar í og neyvstilla teir
  • Mannagongdir til at gera lýruna lidna, eins og slíping og útskeringar
  • Góð ráð um at verja og røkta lýruna
  • Grundleggjandi teknikkur til at spæla á lýruni

Jens Villy er sera royndur lýrumakari og tónleikari. Hann er eisini partur av Krauka, sum hevur sín uppruna í, at søgusigarar høvdu tørv á tónleiki. Av tí sama fóru teir undir at byggja ljóðføri, og síðan til at spæla og gera víkingatónleik í 21. øld. Á Festívalhøll ber til at hoyra Trio Krauka spæla.

Málið er danskt (enskt eftir tørvi) og varar í 10 tímar deilt yvir tveir dagar. Avmarkað pláss á 10 luttakarar! 

Skeiðið fer fram á Virkinum á Sandi. Í prísinum er atgongd til amboð undir skeiðnum, tilfar, eitt lítið víkingaábit og drekkamunnur. 

Skeið í handverki og tónleiki eru ávegis

Vit arbeiða í løtuni upp á fleiri sera áhugaverd skeið, tekna teg til tíðindabræv niðanfyri um tú vil verða fyrst(ur) at fáa kunning. Send okkum eini boð um tú hevur hug at halda skeið í fornum handarbeiði. Til ber at hitta víkingar, ið gera ymiskt handverk á festivalinum.

Tíðindabræv Festívalhöll skeið