Festívalhöll Konsertin

Perlan! Leygarkvøldið 2. juli 2022 kl 20! Be there!

Hetta verður feitt! Bæði stoner rokk, fólkarokk og ragnarokk alt í einum. 

Atgongumerki til konsertina gevur eisini dagsbillett til Víkingatorgið. 

Hurðarnar opna kl 19.30

Hamradun Frænde Jürghinn

Bólkar

Hamradun

Vit eru sera fegin um, at okkara egnu Hamradun hava játtað at spæla fyri okkum.

Hamradun spælur smittandi harðan rokktónleik við djúpum rótum í gomlum føroyskum kvæðum og søgum eins og við íblástri frá norrønu grannunum. Tónleikurin byggir á fornar sagnir og søgur, saman við hundraðáragomul kvæði. Tað hevur týdning fyri Hamradun at fortelja gomlu søgurnar og tulka gomlu kvæðini við nútímans ljóðføri og geva teimum nýtt lív.

Nanna from Frænde

Frænde

Við fornljóðførunum trumma, morahørpa, seljefloyta, víkingalýra, lutt, dreyulíra, floyta, sekkjapípa, eins og vakran frumnorrønan sang úr norrønum fólkavísum, eddukvæði og gandaráð, verður lurtarin tikin aftur í tíðina við daprum søgum um eydnuleysan kærleika, stríðshugaðar bardagar og gandakendar rúnasangir.

Nanna Barslev, Lasse Olufson og Rune Brandt Larsen, ið kennast frá millum annað Huldre, Ættir, Asynje og Gny, hava síðan í 90’unum ferðast á fortíðar gøtum sum miðlarar av søgu og søguligum tónleiki.

Kom við aftur í tíðina við aldargomlum tónum og dansi í heitu glæmu bálsins.

Jürghinn

Jürghinn er ein rokk-trio úr vágunum og havnini, sum varð sett á stovn áðrenn tað harrans ár 2010. Bolkurin spælir eina bronglaða blanding av rokkstílum, við í blástri frá suðurstatunum og punktónleiki.

 

Jürghinn chillin'
Tíðindabræv Festívalhöll tónleikur